Fýra tær seinastu ferðirnar hevur meistaraliðið úr Runavík mist nógv stig í oddastríðnum. Einu ferðina hava teir vunnið – í 15. umfari á HB -, meðan teir tríggja ferðir hava tapt. Tann 4. juli taptu teir 1-3 á heimavølli móti Víkingi, í farnu viku 0-2 við Margáir móti EB/Streymi og í gjár við tveimum málum móti fýra á heimavølli móti KÍ. NSÍ er nú 11 stig frá oddaliðnum úr Sundalagnum. Komandi vikuskiftið verður kommunuppgerið undir Mýruhjalla, tá runavíkingar vitja inni á Skála.









