Klokkan 17.30 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli. Talan er um stórsteypadystin, sum er fyrsti almenni dysturin í nýggja kappingarárinum. Hann er millum FM vinnaran og steypavinnaran. Í fjør vann KÍ sera sannførandi og triðja árið á rað. HB vann steypafinaluna ímóti B68. Tað var málleyst eftir longda leiktíð, og so vann HB brotssparkskappingina.
HB og KÍ hava einaferð áður spælt stórsteypadyst. Tað var 3. mars í 2020. Úrslitið var 1-1. Adrian Justinussen legði HB á odda í 54. minutti, og Ole Erik Midtskogan javnaði í 68. minutti til 1-1. KÍ vann brotssparkskappingina 5-4. Einasta brotssparkið ta ferðina misnýtti Adrian Justinussen, tá ið støðan var 4-4. Kristian Joensen í KÍ málinum bjargaði, veit kærkomna faroesoccer at siga.
Síðani 2018 eru tað bara HB og KÍ, sum hava vunnið FM. HB var meistari í 2018 og 2020, og KÍ var meistari í 2019, 2021, 2022 og 2023. B36 vann steypafinaluna í 2018, HB vann finalurnar í 2019 og 2020, B36 vann finaluna í 2021, Víkingur vann í 2022, og HB vann steypafinaluna í fjør – fyri 29. ferð.
Felags fyri bæði KÍ og HB er, at tey í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið hava leitað. Í báðum feløgunum er nýggjur venjari. Í HB eru nógvir nýggir spælarar, og í KÍ eru tveir spælarar, sum síðstu árini hava verið ímyndin av HB, millum teir nýggju. Talan er um Dan í Soylu og Pætur J. Petersen, sum í fjør royndi seg í íslendskum fótbólti.
Bæði feløgini hava verið skaðadarvað, og serliga KÍ miðverjan er meint rakt. Eitt nú hevur Odmar Færø ikki verið á vøllinum enn, og Heini Vatnsdal hevur verið lítið á vøllinum.
KÍ og HB hava dystast síðani 1942, tá ið fyrsta landskappingin var. Tølini siga, at tað hevur gingið upp og tað hevur gingið niður. Fram til og við sekstiárini vóru klaksvíkingar oftari omaná. So var HB omaná í meiri enn fjøruti ár.
Í fótbólti var talan um nýggja tíðarrokning í Kí, tá ið Mikkjal Thomassen varð venjari. Síðani 2018 hava KÍ og HB spælt 22 almennar dystir, og hetta tíðarskeiðið eru tað bara hesi feløgini, sum hava vunnið FM. KÍ hevur vunnið 9, HB hevur vunnið 6, og 7 ferðir er tað endað javnt.
Í 2023 vann KÍ allar tríggjar landskappingardystirnar: 1-0 og 2-1 í Havn og 2-0 í Klaksvík.
Í 2022 vann KÍ allar tríggjar landskappingardystirnar: 2-0 og 1-0 í Klaksvík og 2-1 í Havn.
Í 2021 vann KÍ fyrra dystin í Havn 3-2, og HB vann tann seinna 2-1 fyrra dystin í Havn 2-1. Í Klaksvík endaði tað 2-2.
Í 2020 vann KÍ fyrra dystin í Klaksvík 2-1, og tann seinni endaði 1-1. Í Havn endaði tað 3-3, og í steypakappingini vann HB 2-1 í Klaksvík.
Í 2019 endaði fyrri dysturin í Klaksvík 0-0, og tann seinna vann KÍ 3-1. Í Havn vann HB 4-1, og í steypakappingini endaði tað 0-0 í Klaksvík og 1-1 í Havn.
Í 2018 vann KÍ 3-0 í Havn, og í Klaksvík vann HB 1-0 og 2-1.
Stórsteypadystur á Tórsvølli: KÍ – HB: Bjarki Danielsen kl. 17.30.