KAPPRÓÐUR
Spenningurin hevur ikki altíð verið so stórur í kappróðrarárinum, sum júst er komið at enda. Undan ólavsøkuróðrinum vóru flestu føroyameistararnir funnir, og tí vóru helst nógv sum hugsaðu, at her var einki at koma at hyggja eftir.
Soleiðis er tó ikki við ólavsøkuróðrinum, tí har kann alt nevniliga henda. Hetta er síðsti møguleikin hjá øllum manningunum at vísa, hvør dugur er í teimum, og tí verður nógv lagt fyri hjá øllum manningum.
Ólavsøkuróðurin í ár lagaði seg tó soleiðis, at allir FM-vinnararnir eisini megnaðu at vinna á ólavsøku, men spenningurin var tó stórur í fleiri av róðrunum.
Hvassi kom undan hóttanini
5-mannafør við gentum løgdu fyri í ólavsøku kappróðrinu, men tað tóktist heldur tungt hjá meistarunum umborð á Hvassa fyrsta partin av málinum. Tað var nevniliga Drekin, sum fekk bestu byrjanina, og kappingin um fyrsta plássi var serliga hørð við Tambar.
Tá bátarnir komu inn um molan, kom gongd á Hvassa. Fyrst tóku bæði Hvassi og Tambar Drekan, og í endaspurtin vístu tær á Hvassa, hví tær eru verdugir meistarar. Tær fóru nevniliga eisini fram við Tambar, og so vunnu tær bæði ólavsøkuna og meistaraheitið í ár.
Jarnbardur aftur ovast
Í næsta róðrinum settu kvinnurnar umborð á Jarnbardi trivaligt punktum fyri róðrarárinum. Tær vunnu enn ein tryggan sigur á ólavsøku, og tí megnaðu tær sum fyrsta manningin í ár at vinna allar sínar róðrar.
Á ólavsøku var eingin spenningur í róðrinum hjá 6-mannaførum við kvinnum, tí Jarnbardur var enn einaferð langt fremst. Úrslitini fyrr í ár og frá róðrinum á ólavsøku staðfesta, at eingin sum helst spenningur hevur verið í kappingini hjá 6-mannaførum við kvinnum.
Sílið setti trumf á
Eftir sannførandi sigurin hjá Jarnbardi var tíðin komin til 5-mannaførini hjá kvinnum. Undan ólavsøkuróðrinum var munurin frá Sílinum og aftur til Ørnina 7 stig, og tí var meistaraheitið í roynd og veru avgjørt.
Sílið megnaði tó at fara avstað við øllum, tá tær settu trumf á á ólavsøku. Sílið fekk góðan start, og síðani stýrdu tær róðrinum allan vegin á mál. Ørnin royndi nakrar ferðir at bjóða av, men har var einki at gera, tí henda dagin var Sílið bara sterkari. Í endaspurtinum lótu tær heldur ongan iva vera um úrslitið.
Sundabáturin tók alt gullið
Sundabáturin sveik ikki trúføstu stuðlarnar, sum alt summar hava ferðast saman við 6-mannafarinum úr Norðdepli og Hvannasundi. Sundabáturin vann nevniliga á Ólavsøku og legði harvið henda sigurin afturat FM sigrinum, sum teir longu frammanundan høvdu tryggjað sær.
Jarnbardur legði seg annars beinanvegin á odda. Fyrsta teinin framvið molanum fylgdust Jarnbardur og Sundabáturin stavn um stavn, men so glapp. Sundabáturin legði seg á odda, og í endaspurtinum var tað bara ein spurningur um, hvussu dyggur sigurin hjá meistarunum fór at verða.
Kappingin um annað plássið gjørdist sera spennandi, men her megnaði Knørrur at halda tørn, meðan Strálan mátti taka til takkar við triðja plássinum.
Gull til Vestmanna
Einasti kappingin, sum ikki var endaliga avgjørd undan ólavsøkuni, var kappingin hjá 5-mannaførum við dreingjum, men har skuldi Havfrúgvin bert hava tvey stig fyri at tryggja sær FM.
Tað var tó Sílið, sum fekk besta startin, og teir megnaðu at halda Havfrúnni aftan fyri seg at kalla allan vegin. Eitt skifti var ein bátslongd á muni, og tá bátarnir fóru undir endaspurtin, var Sílið enn á odda, men so glapp.
Í endaspurtinum vístu dreingirnir umborð á Havfrúnni sera góðan vilja, og á málinum vóru teir bert skutin framman fyri Sílið, sum sostatt mátti taka til takkar við silvurkrúnunum í bæði FM og á ólavsøkuni, meðan Havfrúgvin vann gull í báðum.
Heiðabáturin er fantastiskur
Kappróðrarfelagið NSÍ er á mannfólka síðuni einaráðandi í størru bátunum. Heiðabáturin hevði undan ólavsøkuróðrinum vunnið allar róðrarnar í stórum stíli, hóast teir ikki hvørja ferð hava verið fremstir beinanvegin.
Í dag var tað eisini Argjabáturin, sum fekk bestu byrjanina, men tað gekk ikki long tíð, fyrrenn Heiðabáturin fór fram við teimum, og so hugdu teir ongantíð aftur um bak. Teir bara øktu um leiðsluna niður til bæði Argjabátin og Árnfirðing, og at enda vunnu teir ein trivaligan sigur. Við sigrinum tryggjaðu teir sær bæði sigur í FM-kappingini og í ólavsøkuróðrinum.
Mynstra av við nógvum gulli
Enn eitt framúr avrik hjá Eysturoyingi setti punktum fyri ólavsøku kappróðurin og harvið róðrarárið 2007.
Undan ólavsøku høvdu fleiri av royndu rógvarunum umborð á Eysturoyingi latið skilt, at teir ikki fara at halda fram, og í dag góvu teir sær sjálvum góða avmynstringar gávu. Umframt FM gull og steyp hava teir vunnið gull og steyp á Ólavsøku.
Eysturoyingur var fremstur beinanvegin. Vestmenningur, sum alt summar trúfast hevur roynt at elt gula bátin, var aftur hesa ferð næstbestur. Eina løtu tóktist tað sum um, at munurin skuldi gerast meiri enn ein bátslongd, men Vestmenningur vildi ikki sleppa, og á málinum var munurin ein stór hálv bátslongd.
Havnarbáturin var eisini við í róðrinum, men teir endaðu langt aftan fyri bæði Eysturoying og Vestmenning.