FM í talvi fyri einstaklingar verður tað kappast um í páskavikuni á hvørjium ári, og soleiðis verður tað eisini í ár.
Talvsambandið boðar frá, at kappingin hesa ferð verður í Klaksvík, har Skúlin við Ósánna verður karmur um kappingina.
Telvað verður í trimum bólkum – landsliðsbólkinum, almenna bólkinum og unglingabólkinum.
Fyrssta umfar verður leygardagin 12. apríl og so verður telvað hvønn dag fram til páskaaftan, tá ið níggjunda og síðsta umfarið er á skránni. Mikudagin eru tvey umfør.