Skúlin á Giljanesi verður karmur um FM í talvi fyri einstaklingar í ár.
Tað er siður, at tað verður kappast um FM heitið í talvi í páskafrítíðini, og soleiðis verður tað eisini í ár.
Lagt verður fyri klokkan 14.00 leygardagin undan pálmasunnudegi, sum er tann 19. mars. Kappingin heldur fram til páskaaftan, sum er leygardagin 26. mars.
Telvað verður í trimum bólkum:
Landsliðsbólkinum, har tað eru teir tíggju luttakararnir, sum eiga hægstu styrkistølini (Elo tal verður brúkt). Eisini í 1. bólki eru tíggju luttakarar, sum eru teir við styrkistali undir teimum í landsliðsbólkinum.
Og so eru tað almenni bólkurin og unglingabólkurin, har luttakaratalið er óavmarkað.
Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, so verður peningur latin trimum teimum bestu í hvørjum bólkinum:
Í landsliðsbólkinum 5000 krónur, 3000 krónur og 2000 krónur.
Í 1. bólki 2000 krónur, 1500 krónur og 1000 krónur.
Í almenna bólkinum 1500 krónur, 1000 krónur og 500 krónur.
Í unglingabólkinum 1500 krónur, 1000 krónur og 500 krónur.
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 14. mars, tá ið luttøkugjaldið – 300 krónur fyri vaksin og 100 krónur fyri unglingar – skal vera flutt fyrireikarunum.