Hondbóltur
Við til samans ellivu FM-heitum í vaksnamannahondbólti er Jónleif Sólsker avgjørt millum teir mest vinnandi í føroyskari hondbóltssøgu.
Gullið í fjør var tó tað fyrsta, at har hann virkaði sum venjari burturav, men hóast góða úrslitið, so verður tað ikki Jónleif, sum stendur á odda fyri liðnum næsta kappingarár.
- Tað ber illa til hjá mær í løtuni at fáa eitt venjarastarv at sampakka við borgarliga starvið, og tí havi eg valt at taka ein steðg frá hondbóltinum, sigur Jónleif.
Dia sum avloysari
Enn hevur Kyndil ikki sett avloysaran fyri Jónleif. Tað hevur tó ljóðað, at Dia Midjord, sum seinnu árini hevur vant VÍF, verður nýggur maður í sessinum saman við Sophus Dal Christiansen.
Enn eru hesi tíðindi tó ikki váttað í felagnum, men samráðingar hava verið við venjaran, sum ætlandi skal taka við, verður sagt.
Dia hevur sum einasti føroyski venjarin EHF-venjaraprógv. Sum spælari var hann í fleiri ár dyggur stuðul hjá Kyndli, har hann eisini hevur verið venjari. Seinnu árini hevur tað tó verið hjá Neistanum og hjá VÍF, at hann hevur roynt seg. Hjá vestmenningum var hann fyri tveimum árum síðani við til at vinna FM-gull. Hartil var hann bæði í fjør og í fyrraárið tapandi partur í finaludystinum, eins og hann fyri fýra árum síðani gjørdist akkurát ov stuttur við Neistanum. Í øllum trimum førunum við Kyndli sum FM-vinnara.