Kvinnurnar í Vestmanna hava framvegis møguleikan at endurvinna FM-heitið, men so krevst, at VB-kvinnurnar snáva í næstu dystunum. Í kvøld fær VÍF vitjan av Stjørnuni, og skal trýstið á VB varðveitast, er kravið ein sigur á klaksvíkskvinnum í Vestmanna í kvøld.
Bæði liðini vunnu sínar dystir um vikuskiftið. VÍF grundaði sín sigur í fyrra hálvleiki ímóti Neistanum, og fekk eisini høvi til at hvíla nakrar av stuðulsleikarunum í seinna hálvleiki til dystin í kvøld.
Stjørnan hevur havt eitt misjavnt endaspæl, har spælið hevur verið rættiliga svingandi, so ilt er at meta frammanundan, um liðið fer at megna at gera nakað við favorittarnar úr Vestmanna. Stjørnan vann á Kyndli um vikuskiftið, og er framvegis eitt av boðunum til bronsuna.
Í hinum dystinum í kvinnudeildini fær botnliðið Tjaldur vitjan av STÍF. Tað er longu greitt, at Tjaldur endar á aftasta plássi, og sjálvar siga kvinnurnar úr Runavík at hugurin at spæla hondbólt er ikki hin besti í løtuni. STÌF er tí greiður favorittur undan dystinum. STÍF liggur í løtuni best fyri í kappingini um bronsuheiðursmerkini, og við einum sigri í kvøld liggja STÍF enn betri fyrr - ikki minst um VÍF fær fulla úrtøku ímóti Stjørnuni.
Báðir dystirnir hjá kvinnunum byrja klokkan 18.30
Menninir spæla eisini
Tveir dystir vera í bestu mansdeildini í kvøld. Tjaldur og STÌF bresta saman, meðan kollfirðingar møta Kyndli í høllini í Hoyvík. STÍF liggur í løtuni best fyri í kappingini um FM-heitið, og er stórfavorittur undan dystinum í høllini í Runavík.
Tjaldur endar eisini aftast í 1.deild hjá monnum, og runavíkingar hava tí lítið at spæla fyri, tað ið eftir er av kappingini. Einmansherðurin Dragisa Stojovic helt Tjaldri inni í dystinum ímóti VÍF seinasta mikudag, men eftir, at hann varð mansvardur, høvdu Tjaldur lítið at vísa.
Í Hoyvíkshøllini tekur KÍF ímóti Kyndli. Kyndil hevur verið besta liðið í endaspælinum, og teir liggja framvegis framvið, um oddaliðini STÍF og VÍF skuldu snáva.
Hóast Kyndil hevur favoritt-leiklutin í kvøld, so skulu kyndilsmenn vera varnir við at undirmeta KÍF. Tað ásannaðu strandingar seinasta mikudag, tá hesir góvu STÍF ein skarpan gang, og taptu bara við einum máli á Skála.
Mansdystirnir í kvøld byrja klokkan 20.00
Sóley Mikkelsen og hinar kvinnurnar á VÍF-liðnum hava framvegis møguleika at vinna FM, og skal lítla vónin varðveitast, skulu tær vinna á Stjørnuni í kvøld.