Níggjunda og næstsíðsta umfar í liðkappingini í talvi er á skránni í dag. Møguleiki er fyri, at Sandavágs Talvfelag kann tryggja sær FM heitið. Undan hesum umfarinum er Sandavágur fýra stig frammanfyri Klaksvík 1 og Havnina, sum vann 4-0 í útsetta dystinum ímóti vestmenningum.
Havnin fær vitjan av Klaksvík 1. Um Sandavágur vinnur størri úrtøku ímóti toftamonnum, enn annað liðið vinnur innanhýsis uppgerðina millum havnarmenn og klaksvíkingar við, so verður Sandavágur føroyameistari í dag.
Í botninum er spenningurin stórur. Vestmenningar eru aftastir við 9 stigum. Teir fáa vitjan av Klaksvík 2, sum hevur 11 ½ stig ella sama stigatal sum Toftir.
Klokkan 14 í dag:
Vestmanna-Klaksvík 2
Havnin-Klaksvík 1
Toftir-Sandavágur










