Talv
Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2006.
Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:
A - bólkur: Telvarar føddir 1986-88
B - bólkur: Telvarar føddir 1989-90
C - bólkur: Telvarar føddir 1991-92
D - bólkur: Telvarar føddir 1993-94 og
E - bólkur: Telvarar føddir 1995 og seinni.
Skipað verður fyri trimum kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna. Kappingarnar í ár verða hildnar í Vestmanna, Vágoynni og í Havn. Í teimum báðum fyrru kappingunum verða átta umfør telvað, har telvararnir hava 10 minuttir hvør til hvørt talvið.
Í seinastu kappingini, sum verður í Havn, er talan um finalu. Har eru í hvørjum bólki tey átta, sum hava staðið seg best í hinum báðum kappingunum, og síðani spæla øll móti øllum. Altso sjey talv hvør. Tíðin til hvørt talvið verður tá eisini longd í 30 minuttir.
Tey trý fremstu í hvørjari kapping fáa heiðursmerki, umframt at steyp eisini verða latin í finalukappingini. Hartil sleppa tey bæði fremstu í hvørjum bólki eisini við til Norðurlendsku meistarakappingina fyri einstaklingar. Hendan verður hildin í Finnlandi í februar mánaði.
Tilmelding til kappingina fer fram á www.faroechess.com