Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 23. mars til og við 30. mars fyri føroyameistarakapping í talvi fyri einstaklingar.
Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, 2. bólki og fyri unglingar, og kappingarnar fara fram í Argja skúla.
Talvsamband Føroya sigur, at 9. umfør verða telvað. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir aftrat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd aftrat fyri hvønn fluttan leik.
- Teir hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólkinum um føroyameistaraheitið í talvi 2013. 10 teir næstu telvararnir mynda 1. bólk, aðrir telva í 2. bólki. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar, sigur Talvsamband Føroya.
Tey, sum vilja vita meiri um føroyameistarakappingina í talvi, kunnu hyggja á heimasíðuna hjá Talvsambandi Føroya.
Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin, og kappingin byrjar leygardagin, 23. mars.