FM í talvi 2002

FM í talvi fyri einstaklingar verður í skúlanum á Giljanesi seinast í mars mánaði

talv
Tíðindaskriv frá Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroyar

Allir telvarar vera við hesum bodnir at kappast um FM- heitið í talvi fyri einstaklingar í skúlanum á Giljanesi í døgunum 23. ? 30. mars.
Bólkabýtið verður soleiðis: Landsliðbólkur, Almenni bólkur, Unglingar og Veteranar.
Byrjað verður at telva hvønn dag kl.13, tó telvar Landsliðbólkurin 2 (tvey) umfør týsdagin 26. mars, kl.10 og kl. 17.
Luttøkugjaldið er: Almenni Bólkur 300 kr., Unglingar 150 kr. og Veteranar 150 kr.
Tilmeldingin fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á kontonr. 134.383.3 í Føroya Sparikassa, ella 463.449.9 í Føroya Banka.
Tú kanst eisini seta teg í samband við Sandavágs Talvfelag á telefon 227207, 332376, ella tú kanst brúka teldupostadr.
rook@post.olivant.fo
Seinasta freist at boða frá luttøku er tann 15. mars.