Svimjing
FM í svimjing verður um vikuskiftið. Innleiðandi umførini verða svomin seinnapartin í morgin, og klokkan 18 byrja finalurnar. Leygardag eru Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30. Og sunnudag eru innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30.
Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2-Net og Rás 2. Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl 17:45. Frásøgufólk á Rás1 verða Jón Brian Hvidtfeldt og Rókur í Jákupsstovu.
- Málið er at fáa svimjingina meira fram í miðlunum – ikki minst sjónvarpi. Svimjing er øgiliga hyggjaravinarligt, og hetta er so ein roynd hjá okkum at fáa eitt størri fokus á svimjingina. Og vónandi kunnu vit í framtíðini eisini senda frá øðrum svimjikappingum, segði Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum við Rás2 í gjár.