FM-stríðið: Trýst er á NSÍ at vinna

Betri deildin menn 16. umfar: NSÍ skal spæla tveir avgerandi dystir komandi dagarnar fyri hetta kappingarárið

Í kvøld verða tveir dystir í tí, sum eitur 16. umfar í Betri deildini hjá monnum. Við Løkin í Runavík fær NSÍ vitjan av Víkingi, og í Gundadali tekur oddalið HB móti lítlabeiggja av Argjum. Dysturin á Skála millum Skála og B36 er útsettur, tí ein persónur í leiðarahópinum hjá B36 hevur koronasmittuna.

KÍ vann í gjár ein knúsandi 6-0 sigur á ÍF í Klaksvík og heldur harvið trýstið á HB. NSÍ hevur fingið tvey skot fyri bógvin seinastu umførini. Runavíkingar hava tapt móti bæði HB og KÍ. Tí renna runavíkingar aftaná á stigatalvuni og ein sigur móti Víkingi er eitt krav, um NSÍ skal roknast upp í FM-stríðið eftir Evropa-steðgin.

Hetta er eisini eitt týdningarmikið tíðarskeið fyri NSÍ, tí hósdagin í komandi viku skal NSÍ spæla móti Barry Town United úr Wales í undanumfarinum í Europa League. Hesir báðir komandi dystirnar verða avgerandi fyri, hvussu restin av kappingarárinum kemur at mynda seg.

NSÍ er framvegis uttan høgra bakkarnar Bárður J. Hansen og Pætur Hentze, sum báðir verða mettir at sita uttanfyri í eina viku ella tvær afturat. Salmundur Bech er aftur eftir leikbann, meðan petur Knudsen er ivasamur. Hann var á dómaraseðlinum seinast, men kom ikki inn, tá NSÍ vann 1-0 á ÍF.

 ##med2##

Við einum sigri kann NSÍ fyribils yvirhála B36 á triðja plássi, meðan størsta avbjóðingin hjá Víkingi er at fáa nøkur samanhangandi góð avrik. Aftur hesa ferð eru allir mans tøkir, so Eyðun Klakstein kann velja millum bæði teir eldru og teir yngru.

Seinast tapti Víkingur 3-1 á heimavølli móti HB. Tá fekk Noah Mneney møguleikan frá byrjan. Størsta vónin hjá Víkingi er, at teir mangan hava havt gott tak á NSÍ. Víkingur vann eisini seinast, tá liðið møttust. Tað var í 3. umfari í Sarpugerði, tá Ari Olsen bleiv dystaravgerandi við frálíkum langskoti.

##med3##

Liðtíðindi

NSÍ:

Ikki við: Bárður J. Hansen (knæskaði, 1-2 vikur), Pætur Hentze (tjúkkin, 1-2 vikur)

Ivasamur: Petur Knudsen (akslaskaði)

Við aftur: Salmundur Bech (eftir leikbann)

Víkingur:

Allir tøkir

##ms## 

Betri deildin 16. umfar:

Týsdagin 11. august:

KÍ-ÍF 6-0

Mikudagin 12. august:

HB-AB (18.00) Beinleiðis á FM1

NSÍ-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1

B36-Skála (Útsettur)

Sunnudagin 16. august:

TB-EB/Streymur (15.00)

Nr.LiðDMMS
1.HB162943
2.173841
3.B36162937
4.NSÍ161935
5.Víkingur15723
6.ÍF16-1420
7.EB/Streymur15-2710
8.TB15-157
9.AB16-277
10.Skála16-392