Næstseinasta umfar í hondbóltslandskappingini verður leikt um vikuskiftið, og hóast nakrir spurningar longu eru avgreiddir, eru aðrir, sum enn ikki eru svaraðir, og tann týdningarmesti av hesum man vera, hvar FM-heitið hjá monnunum endar.
Hesin spurningur kann verða svaraður, tá StÍF tekur ímóti VÍF inni á Skála, men hinvegin kunnu vestmenningarnir leggja upp til tað heilt stóru finaluna, um so er, at teir vinna sær tvey stig sunnudagin.
Seinastu spurningarnir svaraðir
Hjá kvinnunum verða tveir dystir hetta vikuskiftið, og verða báðir teirra leiktir uppi á Hálsi í Havn.
Leygardagin hava neistakvinnurnar møguleikan at tryggja sær silvurmerkini, tá tær á heimavølli skulu royna seg móit Tjaldur. Tjaldur hevur enn ikki vunnið sær nakað stig hetta kappingarárið, og ilt er at ímynda sær, at úrtøkan man verða nakað betri, tá teir báðir seinastu dystirnir eru leiktir, tí seinastu mótstøðuliðini eru Neistin og Stjørnan.
Alt røkist tí fyri, at silvurið endar hjá Neistanum, og tað mundu tað ikki vera so nógv, sum roknaðu við, tá fyrsti parturin av kappingarárinum var lokin.
Sunnudagin verður aftur dystur í Havn, tá Kyndil fær vitjan úr Vági. Kyndilsliðið, sum fyri stuttum sá út til at enda uttan heiðursmerki av nøkrum slag, hevur við sigri á VB møguleikan at tryggja sær bronsumerki. Ikki tí, VÍF kann framvegis koma ájavnt Kyndli í stigum, men havnarliðið hevur ein væl betri málmun.
Skulu bronsumerkini gerast veruleiki, er tó neyðugt, at Kyndil vinnur sær tvey stig móti VB, og hóast stigamunurin millum liðini er hampuliga stórur, so er hetta als ikki nøkur løtt uppgáva.
VB liðið hevur nevnliga sýnt sera gott hondbóltsspæl í vetur, men trupulleiki teirra hevur verið, at úrtøkan í stigum ikki hevur verið nóg góð. Einki er tó at ivast í, at tær nú vilja enda árið við manér, og tískil fara at geva Kyndli ein harðan dyst.
Einki avgjørt
Tykjast heiðursmerkini avgreidd í kvinnudeildini, so er hetta langt ífrá galdandi í bestu mansdeildini.
So at siga alt árið hava tað verið trý lið, sum hava myndað toppin á stigatalvuni, men eftir at Neistin vann á StÍF undanfarna vikuskifti, eru nú bert tveir gullbiðlar eftir.
Neistin hevur møguleika at styrkja um oddastøðuna, tá teir leygardagin taka ímóti Tjaldrinum. Einki man vera at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna sær stigini í hesum dysti, tí meðan Tjaldur einki stig hevur fingið í endaspælinum, hevur Neistin vunnið teir 10 dystirnar, sum teir hava leikt síðani vetrarsteðgin.
Vinnur Neistin dystin, eru teir fýra stig framman fyri VÍF, sum eisini dyrgir eftir gullmerkjunum, men hesin munur kann verða hálveraður longu 24 tímar seinni.
Tá skal VÍF inn á Skála, har teir skulu royna at endurtaka kynstrið hjá Neistanum og basa StÍF.
Eftir ósigurin sunnudagin, hevur StÍF mist allar vónir um eina endurtøku av føroyameistaraskapinum, men kortini hava teir latið til kennar, at teir nú ætla sær at vinna silvurmerkini.
Spurningurin er tó, um hetta er nóg mikið til at basa VÍF, tí hóast StÍF ivaleyst ger sítt ítarsta til tess at vinna silvurmerkini, so er aloftast munur á, tá annað liðið hevur meira at stríðast fyri. Møguliga verður tað eisini hetta, sum verður avgerandi fyri dystin, men hinvegin er einki at ivast í, at talan verður um ein sera javnan dyst, har tað so at siga er ógjørligt at finna ein greiðan favoritt.
Einasta sum er greitt, er at VÍF skal vinna, um teir framhaldandi skulu varðveita FM-møguleikan, og um so er, at VÍF vinnur dystin, verður rættuligur gulldystur í Vestmanna komandi leygardag, tá VÍF á heimavølli tekur móti Neistanum í seinasta dystinum hetta kappingarárið.
Seinasi dysturin sunnudagin verður Í Havn, har Kyndil skal verða vertur fyri KÍF. Sum so hava hesi liðini ikki tað stóra at stríðast fyri, men kortini má metast, at Kyndil er greiður favorittur at vinna dystin.









