Orsaka av landsliðsfótbóltinum er hetta vikuskiftið rættuliga friðarligt, tá ið tað snýr seg um fótbólt.
Í dag er tað bara í kappingini hjá kvinnum, at tað verður spælt í heimligu kappingini. Síðsta umfarið er á skránni. Fyrsta bríkslið í øllum trimum dystunum verður klokkan 14, og eitt sindur áðrenn klokkan 16 verður tað greitt, um tað verður KÍ, ella um tað verður EBS/Skála, sum vinnur meistaraheitið.
KÍ er eitt stig frammanfyri EBS/Skála, og tá ið tær úr Klaksvíki skulu spæla á útivølli ímóti ÍF, sum tær fyrr í summar hava vunnið á 9-1 og 12-0 í landskappingini og 5-1 í steypafinaluni, so er einki at siga til, at KÍ er stórfavorittur at vinna í Fuglafirði og harvið at enduvinna FM.
-Vit taka einki fyri givið, og vit vita, at tað skal arbeiðast nógv fyri at vinna, hava boðini fyrr í summar verið frá KÍ kvinnunum.
EBS/Skála hevur fyrr í summar vunnið 3-1 á heimavølli og 1-0 á útivølli ímóti HB, sum í dag vitjar við Margáir, og sum longu hevur vunnið bronsukrónurnar.
Víkingur fær vitjan av B36, sum hevur vunnið báðar dystirnar millum hesi bæði liðini fyrr í summar. Í báðum førum var úrslitið 2-0.
AB hevur spælt átjan dystir og er harvið farið í vetrarfrí.
ÍF-KÍ: Elsa Andreasen kl. 14.00
Víkingur-B36: Tóki Høghamar kl. 14.00
EBS/Skála-HB: Heidi L. Elgeirsdóttir kl. 14.00
Støðan
KÍ 46
EBS/Skála 45
HB 34
B36 26
ÍF 12
Víkingur 8
AB 5
AB hevur spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.