FM í skerpikjøti

Í allan dag hava 15 fólk smakkað skerpikjøt, sum 7 bóndur ymsa staðni úr landinum hava latið til eitt tiltak, sum Hotel Føroyar skipar fyri. Hesi fólkini skula siga, hvat tey halda um kjøtið. Í annaðkvøld verður stór veitsla á hotellinum, tá umleið 200 fólk so fara at siga sína hjartans meining um kjøtið. Og eftir tað verður so talt upp og gjørt av, hvaðani
besta skerpikjøtið í Føroyum stavar. Á myndunum síggja vit tveir av landsins "matfreakum" smakka kjøt, Pál Weihe og
Mortan í Hamrabyrgi.