FM rekur í stríðum streymi móti Mølini

Eftir heimasigur í frammanundan torførari avbjóðing er gullrákin ramur á Eiði, sum um átta vikur verður tíggjunda plássið í landinum at vinna meistaraheitið


EB/Streymur verður føroyameistari. Tað er ikki púra vist. Men tað er lítil ella næstan eingin ivi um, at hetta verður veruleiki, tá ið 27. og seinasta umfarið í Formuladeildini verður liðugt spælt leygardagin 21. oktober.
Gullkrónurnar og FM steypið fara spælararnir í EB/Streymi at fáa. Tað eru góðir møguleikar fyri, at teir teoretiskt fara at tryggja sær FM heitið fyrri enn so. Kanska longu eftir 25. umfarið, tá ið oddaliðið fer at hava spælt á Mølini móti GÍ. Hetta verður sunnudagin 1. oktober.
                      Fyri einari viku síðani varð spælt við møguleikan, at teir í EB/Streymi høvdu fingið gummibein. Tað varð gjørt, tí teir á Eiði fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum bara høvdu fingið eitt stig burturúr tveimum dystum á rað.
                      Sunnudagin var EB/Streymur rættuliga til próvtøku. Teir á Mølini høvdu vitjan av NSÍ, sum teir tvær ferðir fyrr í ár høvdu tapt ímóti í Runavík. Sunnudagin var eingin slingur í valsinum hjá EB/Streymi. Komandi meistaraliðið vann 4-1. Avrikið og málmunurin var staðfesting av, at teir í EB/Streymi ikki hava fingið gummibein!
                      Tapið var tað triðja á rað hjá NSÍ. Møguleikin at vinna silvurmerkini er ikki so langt burtur hjá NSÍ. Men enn eina ferð hevur føroyski fótbóltsheimurin verið vitni til, at NSÍ, tá ið tað rættuliga galt, kiksaði. Í eina viku fekk NSÍ einki stig burturúr móti teimum trimum, sum hava verið størstu kappingarneytarnir til fyrsta FM heitið og gull heiðursmerkini til NSÍ.
                      EB/Streymur hevur ikki vunnið FM, og sjálvandi undirstrika teir á og kring  samansetta liðið staðiliga, at tað framvegis eru átjan stig eftir at spæla um, og at teir bara eru fimm stig frammanfyri B36.
                      Skráin hjá teimum báðum fremstu sær soleiðis út í seks teimum seinastu umførunum: EB/Streymur: VB/Sumba (ú), Skála (h), B68 (ú), GÍ (h), ÍF (ú) og KÍ (h). Hjá B36: B68 (h), ÍF (ú), HB (ú), NSÍ (ú), Skála (h) og GÍ (ú).
Allir dystir skulu spælast, og bólturin er rundur og so víðari. EB/Streymur er fimm stig frammanfyri B36, og á pappírinum tykist uppgávan torførari hjá B36, enn hon tykist vera tað hjá EB/Streymi.
 
Tíggju meistarar
Um ella tá tað fer at eydnast EB/Streymi at vinna FM, verður tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at EB/Streymur ella EB ell Streymur fara at vinna FM í bestu deildini.
                      Higartil hava tíggju feløg í níggju plássum kring landið vunnið FM. Tey eru KÍ, ÍF, GÍ, B68, SÍ, B71, TB, VB og B36 og HB. Hesi bæði seinast nevndu eru úr høvuðsstaðnum. Tí eru tað tíggju feløg úr níggju plássum, sum hava vunnið FM.
                      EB/Streymur verður altso ellvta meistaraliðið, og Mølin sum umboð fyri alt Sundalagið verður tíggjunda plássið, har FM heitið fer at lenda.
 
Tætt um tey næstu
Fyri einari viku tóktist HB vera mest upplagdi avbjóðarin hjá EB/Streymi. Sunnudagin megnaði HB bara eitt stig á heimavølli móti Skála. B36 fekk fult í Vági og er nú næstfremst.
                      At GÍ bara fekk eitt stig í Fuglafirði og harvið spældi javnt fyri fjórðu ferð á rað, og ikki hevur vunnið átta tær seinastu ferðirnar, ber ivaleyst við sær, at møguleikarnir hjá GÍ at vinna heiðursmerkir nú er lítil og eingin.
                      Fýra lið eru framvegis við í kappingini um silvur og bronsu krónurnar. Tey eru havnarfeløgini, NSÍ og KÍ, sum við sera skiftandi avriki á Svangaskarði við bit og slit vann trý stig og harvið styrkti um sína støðu sammett við HB og NSÍ.
Um tríggjar vikur skulu HB og KÍ spæla í Gundadali og NSÍ og GÍ í Runavík. Vikuna eftir skulu HB og B36 spæla í Gundadali og KÍ og NSÍ í Klaksvík. Tað kundi borið soleiðis á, at úrslitini í hesum innanhýsis uppgerðunum millum oddaliðini umframt at plasera silvur og bronsu merkini fara at gera, at FM heitið so at siga verður borið upp í føvningin á EB/Streymi, áðrenn teir á oddaliðnum hava roknað við at gerast meistarar.
 
Einki broytt
Í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting er støðan so at siga tann sama eftir vikuskiftið, sum hon var undan vikuskiftinum. Einasta botnliðið, sum fekk stig, var ÍF. At tað er torført hjá botnliðunum at røkka úrslitum, sum rættuliga gera mun, var ÍF avrikið móti GÍ gott dømi um. ÍF var tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar mistu fuglfirðingar leiðsluna, sum hevði havt borið trý stig við sær.
                      B68 og VB/Sumba taptu á heimavølli. Innanhýsis úrslitini millum trý tey niðastu fara at hava stóran týdning fyri, hvør fer at enda á tveimum teimum niðastu plássunum. Men tað er als ikki víst, at tað verður nóg mikið hjá ÍF og B68 at vinna innanhýsis dystin teirra millum og tann móti VB/Sumba.
                      Í 2007 verður aftur sunnudags fótbóltur á Sandi. Úrslitini hesa ferð bera við sær, at sannlíkið fyri sunnudags fótbólti á Argjum í 2007 vaks nógv. At AB fer at flyta upp, fer sjálvandi at bera við sær, at talan hjá spælarum, sum vilja vera við í Formula deildini, verður um nýggjan møguleika at spæla í fremstu røð í høvuðsstaðnum. Tað kann fara at vísa seg at bera fleiri spælaraflytingar við sær, enn aðrar uppflytingar higartil hava gjørt.