FM í reiðskapi og stakgreinum í Runavík

Okkara kendasti fimleikari, Helgi Winther Olsen, sum vann fleiri gullmerki á seinastu oyggjaleikunum, verður við í FM-kappingini í fimleiki í Runavík um vikuskiftið.


Fimleikur
Vilmund Jacobsen

Leygardagin verður føroyameistarakapping í fimleiki í Ítróttarhøllini í Runavík fyri tey, sum eru 14 ár og eldri. Trý feløg fara at luttaka í hesi kapping; tey eru Ljósið úr Havn, Havnar Fimleikarfelag og Støkk av Glyvrum.
Tey, sum eru við í hesi kapping, eru seks tey bestu úr hvørjum bólki, sum hava kvalifiserað seg til FM. Hesi hava luttikið í øllum greinum í reiðskapsfimleiki.
Tann, sum vinnur samanlagt í øllum greinum, verður føroyameistari í fimleiki.
Kendasta navnið í føroyskum fimleiki í dag, er Helgi Winther Olsen, sum vann fleiri gullmerki á oyggjaleikunum á Isle of Man seinasta summar. Hann kemur heim úr Danmark at verða við í FM-kappingini leygardagin.
Ilt er at siga, um aðrir fimleikarar eru førir fyri at geva Helga mótstøðu, men tey, sum standa fimleikinum nær, vænta at síggja fleiri spennandi kappingar.
Kappingin leygardagin byrjar kl. 14.


Stakgreinir

Sum nakað nýtt, verður sunnudagin skipað fyri FM-kapping í stakgreinum. Her kanst tú gerast meistari í eini ávísari grein, t.d. í ringunum, lopum, á gólvinum ella í bitanum.
Hugskotið til hesa kapping er sprottið úr, at tað eru fleiri smá fimleikarfeløg, sum ikki hava møguleika at kvalifisera seg til FM. Hesir leikarar kunnu sunnudagin vísa sínar dygdir í einstøkum greinum.
Tey, sum eru við sunnudagin, hava kvalifiserað seg til hesa kapping gjøgnum liðkappingina í fimleiki, sum varð liðug fyrr í hesum mánaðinum.
Tey feløg, sum ikki eru við til FM í reiðskapi leygardagin, men sum í staðin hava møguleika at verða við sunnudagin, eru Klaksvíkar Fimleikarfelag, Flog úr Fuglafirði, Fok úr Gøtu/Leirvík og Tvøroyrar Fimleikarfelag.
Endamálið við stakgreinakappingini sunnudagin er eisini at halda hesum feløgum til, sum ikki megna at kvalifisera seg til FM í reiðskapsfimleiki.
Fimleikasambandið vónar at síggja meira til hesi feløg komandi vetur og í framtíðini annars.
Kappingin sunnudagin byrjar eisini kl. 14.
Vikuskiftið, 4. og 5. mai, verður kappast í yngru deildunum í Havn, og tá verða kappingarnar skipaðar á sama hátt sum í Runavík leygardagin og sunnudagin.