Nú er greitt, nær FM-róðrarnir í kappróðri verða komandi summar.
Tað vera sum vanligt seks róðrar, og byrjað verður á norðoyastevnu. Komandi ár verður fyrsti róðurin 1. juni, og tað er eina viku fyrri, enn tað var í ár.
Síðani verður róð á Skálafjarðastevnuni í Runavík 15. juni, á Sundalagsstevnuni í Hósvík 22. juni, á jóansøku í Vági 29. juni, á vestanstevnu í Miðvági 13. juli, og á ólavsøku 28. juli.
Seinni í ár fer aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum at taka støðu til, um ein FM-róður skal vera afturat á hvørjum ári.
Um undirtøka er fyri hesum, so verður tað fyrstu ferð í 2002, og róðurin verður á varmakeldustevnu í Fuglafirði 6. juni.