Sunnudagin varð kapping í bogaskjótin í Runavík. Hesaferð vóru tað ungir skjúttar, sum skuldu kappast um FM og møguleikan at sleppa við til DM fyri ung.
Compound
Her vóru bert fýra luttakarar, men vóru teir sera knáir og javnir. Í innleiðandi umfarinum vóru úrslitini: nr. 1 Magnus Andreassen (283+286) 569 stig og persónligt met (P), nr. 2 Kaj Johannesen (280+284) 564 stig, nr. 3 Kristoffer Andreasen (279+284) 563 stig og nr. 4 Helgi Lamhauge (276+273) 549 stig P.
Við hesum úrslitum hava allir fýra megnað krøvini til luttøku í DM fyri ung, sum verður seinasta vikuskiftið í mars. Magnus, Kaj og Kristoffer fara at luttaka í bólkinum kadet og Helgi í bólkinum mini.
Í hálvfinalunum vóru úrslitini: Magnus-Helgi 114-102 og Kaj Kristoffer 112-114.
Bronsufinalan: Kaj-Helgi 110-108.
Gullfinalan: Kristoffer-Magnus 112-110 og bleiv Kristoffer Andreasen sostatt føroyameistari 2006. Allir eru úr Ørvi.
Recurve
Her vóru 16 luttakarir og sum væntað frammanundan var tað Sjúrður Rein, Tambar, sum legði seg klárt á odda. Men skal sigast, at 12 av 16 skjúttum settu persónlig met. Í innleiðandi umfarinum vóru fýra tey bestu úrslitini: nr. 1 Sjúrður Rein, Tambar, (277+274) 551 stig P, Bogi Ákason, Vágaskot, (247+269) 516 stig P, nr. 3 Eirikur á Kletti, Tambar, (248+237) 485 stig P og nr. 4 Nikkel Petersen, Ørvur, (233+209) 442 stig.
Við sínum úrsliti hevur Sjúrður Rein eisini megnað kravið til luttøku í DM fyri ung. Hann fer at luttaka í bólkinum kadet.
Í hálvfinalunum vóru úrslitini: Sjúrður-Tummas Eidesgaard, Vágaskot, sum annars beliv nr. 5 í innleiðandi umfarinum, 114-70 og Bogi Á.-Eirikur 107-102.
Bronsufinalan millum Tummas og Eirik gjørdist sera spennandi og megnaði Tummas í seinastu pílunum at strúka framvið Eirik og vinna dystin 90-89.
Gullfinalan: Sjúrður-Bogi 109-101.