Næstsíðsta umfarið í EFFO deildini verður í dag. Fyrsta bríkslið í øllum fimm dystunum verður klokkan 15, og tað er møguleiki fyri, at tað seint seinnapartin verður greitt, hvør vinnur FM og gull, hvør vinnur silvur krónurnar, og hvør skal niður í næstbestu deildina saman við 07Vestur.
Lyklauppgerðin um FM og niðurflyting verður í Gundadali, har HB fær vitjan av TB.
Um TB ikki vinnur fulla úrtøku, so skal liðið næsta kappingarár spæla í næstbestu deildini.
Um HB vinnur í minsta lagi eitt stig, so verður greitt, at HB verður meistari.
HB verður eisini meistari, um tað skuldi hent, at TB vinnur í dag, og um ÍF ikki vinnur oyggjauppgerðina á heimavølli ímóti NSÍ.
Um ÍF vinnur ímóti NSÍ, so verður greitt, at fuglfirðingar vinna í hvussu so er silvurkrónurnar.
Um NSÍ vinnur í Fuglafirði, so verður tað ikki fyrrenn leygardagin, at spurningurin um silvur og bronsu verður svaraður.
EB/Streymur og B36 hittast í Streymnesi. Hesi bæði liðini hava framvegis møguleika at vinna heiðursmerki.
KÍ skal spæla á útivølli ímóti Víkingi. Bæði KÍ og AB, sum skal til Sørvágs, eru ikki heilt leys av vandanum at flyta niður.
Sagt verður frá frískum vindi av eystri. Tað fer at regna eina ferð seinnapartin. Hitin verður millum 7 og 10 stig.
ÍF-NSÍ: Páll Augustinussen kl. 15.00
Víkingur-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
07Vestur-AB: Petur Reinert kl. 15.00
HB-TB: Lars Müller kl. 15.00
Støðan undan næstsíðsta umfari
HB 51
ÍF 46
NSÍ 42
B36 40
EB/Streymur 38
Víkingur 37
AB 28
KÍ 25
TB 22
07Vestur 14