B-kappingin byrjar kl. 13.30 í dag. Flog, HF og Støkk luttaka hjá pinkum, og Flog og HF hjá gentum. Kl. 16 byrjar FM-kappingin. Hjá pinkum eru liðini: Ljósið, HF og Støkk. Hjá gentum og kvinnum verða liðini: HF og Støkk. Sunnudagin kl. 16 verður aftur FM-kapping. Luttakandi liðini hjá smágentum eru: HFa, HFb, Ljósið og Støkk. Liðini, sum luttaka í unglingakappingini verða: HF, Ljósið og Støkk. Steyp og heiðursmerki verða handað aftaná hvørja kapping sær.