VB er bert tveir dystir frá FM-heitinum í kvinnuhondbólti. Sunnudagin hevði oddaliðið vitjan av Søljuni í Vági, og hóast Søljan verður mett sum eitt av sterkaru liðunum í Sunset-kappingini, so vann VB ein sannførandi stórsigur.
Tað er einki at ivast í, at ein av orsøkunum til greiða sigurin hjá VB er tann, at leikararnir hjá Søljuni ikki hava nakað at spæla fyri, og tí hava ilt við at seta seg upp til dyst. Dysturin móti VB var tann seinasti á árinum hjá Søljuni.
Úrslitið av dystinum í Vági sunnudagin var 36-18 til VB. Besti málskjútti hjá VB var enn einaferð Daiva Tomaite, ið skeyt 11 mál. Nicoleta Radu Hansen skeyt níggju mál fyri Søljuna.
VB-Søljan 36-18(17-6)
VB: Søljan 11(2), Aukse Vysniaskaite 8(1), Rannvá Augustinusssen 6, Laila Jespersen 3(1), Christina Holm 3, Margreth Augustinussen 2, Jóna Thorsteinsson 2, Sólrun Krosslá 1
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 9(3), Heidi Maria Akselsen 4, Lina Andriulyte 3, Fía Selma Nielsen 1, Kristianna Petersen 1(1)
Brotskøst: VB 7(4), Søljan 6(4)
Útvísingar: VB 4, Søljan 4
Dómarar: Uni og Hannis Wardum