Kappingin í klingruvarpi byrjar kl. 14.00, meðan spjótkast kappingin byrjar kl. 15.00. Kappast verður bæði hjá monnum og kvinnum.
Seinastu ferð skipað var fyri FM í klingruvarpi var 4 august í 1990. Tá var kappast inni á Svangaskari og vann Heri Ziska sítt fyrsta meistaraheitið tað ferðina. Tá kastaði hann klingruna 36,38 metrar, ella góðar 11 metrar styttri enn á Gotlandi. Um umstøðurnar eru til vildar, kann tað verða at Heri tveitir klingruna longur enn hann gjørdi á Gotlandi og møguliga setur nýtt føroyskt met.
Undanfarin ár hevur verði kasta spjót á Frælsinum, men í ár fer henda grein eisini at fara fram á nyggja kastivøllinum við Eysturskúlan. Hóast luttøkan undanfarin ár hevur verið góð so verða vantandi enn fleiri luttakarar hjá bæði monnum og kvinnum.
Møguleiki er hjá øllum at luttaka bæði teimum, sum hava vant nógv og teimum sum ongantíð hava roynt hesar greinar áður. Einasta krav er at møtt verður hálvan tíma undan kappingin.










