FM í kasti leygardagin

Leygardagin verður FM í kasti við Eysturskúlan í Havn. Tað er Bragdið, ið skipar fyri FM-kappingini í samstarvi við FÍF.
Á skránni eru diskus-, spjót- og hamarkast. Kappast verður á kastibreytini við Eysturskúlan, og byrjað verður klokkan 14 við hamarkasti, síðani verður kastað við diskus og at enda við spjóti.
Allir limir í feløgum undir FÍF (Bragdið, Roysnið, Treysti og Frælsi) eru vælkomnir at luttaka. Nýggir limir kunnu tekna seg á staðnum.