FM-kappingin í triathlon verður leygardagin

Triathlon: Bogi Kristiansen verður ikki við í ár, so tað verður spennandi at síggja, hvør fer at vinna kappingina hesaferð

Komandi leygardag verður kappast um FM-heitið í Triathlon. Teinurin er 1/4 triathlon, og tað vil siga, at svomið verður 950 metrar, súkklað 44 kilometrar og runnið 11 kilometrar.

Luttakararnir skulu møta í svimjihøllini í Gundadali leygarmorgunin kl. 11, og sjálv kappingin byrjar klokkan 12.

Súkklað verður niðan eftir Sundsvegnum, oman eftir Vegnum Langa, oman eftir Hvítanesvegnum, og so niðan eftir Eystara Ringvegin aftur. Hesin teinur er 5,5 kilometrar langur og skal tí súkkast átta ferðir.

Tá liðugt er at súkkla verður steðgað við Plantusøluna, og runnið verður niðan eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu, og síðani oman eftir gongugøtuni oman aftur til Plantusøluna. Hesin teinur er 960 metrar langur, og skal tí rennast 11 ferðir.

Bogi hevur verið stinnastur seinastu árini, men í ár hevur hann givið avboð til kappingina, og spennandi verður tí hvør gerst meistari 1998?

Fyri tveimum vikum síðani bleiv kappast í 1/4 Triathlon fyri lið. Vinnarar av tí kappingini gjørdust Dia Jacobsen, ið svam, Gunnar Dahl-Olsen, ið súkklaði og Bogi Lenvig, ið rann. Komandi leygardag fara hesir at kappast ímóti hvørjum øðrum!