FM-kappingin í judo verður leygardagin

Judo: Leygardagin verður FM-kappingin fyri einstaklingar í judo hildin á Oyrarbakka

Upprunaliga var ætlanin, at føroyameistarakappingin í judo fyri einstaklingar skuldi vera leygardagin 7. mars, men stórkavi forðaði fyri, at kappingin varð avgreidd.

Nú er so avgjørt, at kappingin í staðin verður nú leygardagin 28. mars (í morgin) á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, luttakararnir møta kl. 8.30, og kappingin byrjar kl. 10.00.

FM fyri einstaklingar er seinasta kappingin í ár, sum Judosambandið skipar fyri.