FM-kappingar

ÍSB skipaði um vikuskiftið fyri FM kappingum í boccia og eisini var svimjing á skránni um páskirnar

 

ÍSB


Leygardagin, 7. apríl, skipaði ÍSB fyri stórari FM-kapping. Kappast varð bæði í boccia og í svimjing.

Bocciakappingin byrjaði leygarmorgunin í høllini á Hálsi, og fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær til høvuðsstaðin henda dagin. 50 luttakarar vóru í kappingini og kappast varð í tveimum bólkum. Rørslu- og menningartarnað dystaðuast sostatt hvør sær.


Úrslitið av kappingini hjá rørslutarnaðum varð hetta:

1 Jógvan Telling, Tórshavn

2 Jóanes Ziska, Tórshavn

3 Sámal Jacobsen, Tórshavn


Úrslitið av kappingini hjá menningartarnaðum varð hetta:

1 Unn Mortensen, Tórshavn

2 Jørgen av Vollanum, Miðvágur

3 Theodor Esmar Hansen, Kollafjørður


Seinnapartin var svimjikapping í Eysturskúlanum. Efitr kappingina vórðu Halla Poulsen úr Fuglafirðir og Símun Petur Zachariasen úr Klaksvík kosin ársins svimjarar 2001. Eydis á Løgmansbæ fekk heiðursmerki, tí hon hevði gjørt størst framstig hetta árið.