BRIDGE
Tann fyrsta FM kappingin í kappingarárinum 2002-03 verður suðuri í Vági komandi vikuskifti. Kappingin er FM fyri feløg, har feløgini senda hvør sítt lið at dystast móti hvør øðrum. Seks feløg hava boðað frá luttøku. Havnar Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag, Bridgedeild Kaggans, Eysturoyar Bridgefelag, Tvøroyrar Bridgefelag, og so vertirnir við sínum nýggja felag, ið nú eitur Vágs Bridge- og Billiardfelag.
Spælt verður í hølunum hjá Vágs Bridge- og Billiardfelag, og kappingin byrjar fríggjakvøldið kl 22.00, tá tað fyrsta av 5 umførum a 20 spøl verður spælt. Leygarmorgunin kl. 10.00 heldur kappingin fram, og hon endar leygarkvøldið umleið klokkan 22.
Í fjør var kappingin spæld vesturi í Vágunum, og tá vann Bridgedeild Kaggans. Spælt verður um eitt ferðasteyp.
Vinnarar FM fyri feløg:
2002-03:?
2001-02:Bridgedeild Kaggans
2000-01:Havnar Bridgefelag
1999-00:Bridgedeild Kaggans
1998-99:Eysturoyar Bridgefelag
1997-98:Eysturoyar Bridgefelag
1996-97:Nýggja Bridgefelag
1995-96:Vestmanna Bridgefelag