Frælsur ítróttur
Leygardagin varð skipað fyri FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði. Umstøðurnar at kappast vóru av teimum bestu. Sól og eitt lítið lot.
Hóast fá tóku lut, vóru fleiri góð úrslit og spennandi kappingar.
Skjótir rennarar
Bæði Heini Hátún og Ási Mikkelsen komu undir golmlu mettíðina á 100 m., men ov nógvur vindur var tað løtuna, teir runnu, so tíðin varð ikki góðkend sum met. Heini vann eisini kappingarnar í 400m og kúlustoyti. Ási vann kappingina í longdarlopi.
Hallur Holm og Guttorm Sørensen høvdu ein góðan dyst á 5000 m. Guttorm førdi meginpartin av teimum 5 km, men Hallur megnaði at fara framvið honum í endanum.
Fáar kvinnur
Hetta bragdið endurtók Hallur á 800 m. Evald við Garð vann uttan størri hóvasták kappingina á hesum teininum, men kappingin um annað pláss var hørð. Sølvi R. Hansen lá á odda eftir fyrra umgang, men varð síðan yvirhálaður av Evald. Tá einir 20 metrar restaðu í, fór Hallur tuskandi framvið við Guttormi Sørensen í hølinum. Einans 4/10 sek. vóru millum Hallur á øðrum plássi og Sølva á fjórða plássi.
Annars vóru sera fáar kvinnur við í FM-kappingini. Ingibjørg Poulsen vann kappingina á kúlustoyti, og bert 14-ára gamla Maria í Skorini Jacobsen vann 400m, 800m og 5000m. Í kappingunum á 800m og 5000m var hon einsamøll kvinna.
Úrslit:
100m menn
1 Heini Hátún 11,0
2 Ási Mikkelsen 11,1
3 Hallgrím Hansen 12,0
4 Finn Hansen 12,0
400m menn
Mynd av Heina :Heini Hátún vann tríggjar kappingar, tá kappast var um FM í frælstum ítrórri
1 Heini Hátún 51,5
2 Evald við Garð 57,1
3 Finn Hansen 59,6
400m kvinnur
1 Maria í Skorini Jacobsen 1.18,7
2 Naomi Enomoto 1.28,4
800m menn
1 Evald við Garð 2.04,8
2 Hallur Holm 2.09,7
3 Guttorm Sørensen 2.09,9
4 Sølvi Reinert Hansen 2.10,1
5 Sigurð Justinussen 2.21,7
6 Suni Jacobsen 2.26,0
800m kvinnur
1 Maria í Skorini Jacobsen 3.07,2
5000m menn
(Mynd av Halli setast við)
Hallur Holm vann kappingina á 5.000 metrum, men leingi var tað Guttorm Sørensen, sum hevði leiðsluna
1 Hallur Holm 15.54,5 sek.
2 Guttorm Sørensen 15.57,9
3 Sigurð Justinussen 17.51,3
4 Niels Jákup Jakobsen 18.31,0
5 Suni Jacobsen 20.05,3
6 Regin Jóanesarson 22.46,3
5000m kvinnur
1 Maria í Skorini Jacobsen 26.16,2
Kúlustoyt menn
1 Heini Hátún 12,74
2 Poul Guttesen 10,95
3 Hallgrím Hansen 9,93
4 Finn Hansen 9,83
5 Búgvi Poulsen 8,22
Kúlustoyt Kvinnur
1 Ingibjørg Poulsen 10,25
2 Randi Kúrberg 8,20
Longdarlop menn
1 Ási Mikkelsen 6,69
2 Finn Hansen 5,37
3 Hallgrím Hansen 5,32