Leygardagin 13.09.2008 verða FM kappingar í súkkling í einkultstarti Í ár verða kappingarnar í Vágum. Vanliga hava hesar kappingar verið hildnar í Havn, har súkkla hevur verið til Kaldbak og aftur, men av tí at tað er so nógv ferðsla á vegnum, er tað ikki ráðiligt at hava kappingina har longur.
Teinurin er frá FK í Miðvági, eftir Vatnavegnum og niðan í Brennubrekkuna móti flogvøllinum og aftur til FK í Miðvági. Hesin teinurin skal súkklast tríggjar ferðir.
Kappast verður í hesum bólkum, bæði kvinnur og menn:
Unglingar: 15 til 18 ár, súkkla 20 km.
Vaksin: 18 til 45 ár, súkkla 30 km.
45+: 45 ár og eldri, súkkla 30 km.
Møtast skal upp við start/mál, sum er við FK í Miðvági, leygardagin klokkan 12:00. Sjálv kappingin byrjar klokkan 13:00.