FM í lendisrenning leygardagin

Í ovurmorgin skulu bestu lendisrennarar í Føroyum finnast.

Mynd: fif.fo

Í ovurmorgin verður 5. umfar av TF-vetrarkappingini, og hetta er samstundis eisini FM-kapping í lendisrenning. Tað er Bragdið, sum skipar fyri hesi kappingini, ið verður runnin í Hoydølum.


Kappingin er býtt upp í tveir aldursbólkar, nevniliga vaksin og børn. Tey vaksnu renna teinin seks ferðir, sum er 8km, meðan børnini renna teinin tvær ferðir, sum svarar til 2,6km.


Í fjør var tað veteranurin Hallur Holm (Bragdið), sum vann kappingina hjá monnum, meðan Rebekka Fuglø (Treysti) vann hjá kvinnunum.


Kappingin leygardagin verður skotin í gongd kl.11.00, har øll byrja samstundis. Lesast kann annars meiri um kappingina á heimsíðuni hjá Bragdinum HER.

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo