FM í lendisrenning

Bragdið skipar um vikuskifti fyri fimtu vetrarkappingini, ið eisini er FM í lendisrenning.

Fimta vetrarkappingin hjá rennifeløgunum verður nú um vikuskiftið og umframt at vera vetrarkapping, er hendan kappingin eisini føroyameistarakapping í lendisrenning.

 

Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. So at siga bara nakrir metrar av asfalti, verða undir fótunum. Nú verður spennandi at síggja, hvussu veðrið verður komandi dagarnar, men fyribils bendir á, at kavin allarhelst er burtur til ta tíð.

 

 Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km,  og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 11. Bragdið boðar frá, at aftaná renningina ber til at fara í brúsu og so er eisini ein góður drekkamuður at fáa, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.

 

- Øll kunnu verða við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00, skrivar Bragdið.