Tað var í 1942, fyri 80 árum síðani, tá ið heimsbardagin leikaði, at tað varð farið undir fyrstu FM kappingina í fótbólti. Síðani hevur verið dystast um føroyameistaraheitið á hvørjum ári uttan í 1944, tá ið seinni heimsbardagin var orsøkin til, at kappingin var av ongum.
Í dag verður farið undir 80. landskappingina. Tríggir dystir í fyrsta umfari vera í dag og tveir í morgin.
Veðurforsøgnin er góð henda fyrsta kappingardagin. Tað verður turt og klárt, sólin fer at síggja nógva staðni, hitin verður umleið seks stig, og vindferðin verður 4 – 7 metrar um sekundið av vestri, og seint seinnapartin fer hann niður í útsynning.
Í dag
Skála – KÍ: Rúni Olsen kl. 17.00
07 Vestur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00
AB – HB: Alex Troleis kl. 15.00
Sunnudagin
EB/Streymur – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
B36 – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00










