- Metir tú, at júst tú ert millum bestu flettarar í Føroyum, so mást tú seta ein kross í kalendaran fyri leygardagin 17. oktober 2015.
Tað siga tey á Eiði, sum skipa fyri heystfagnaðinum, sum verður í døgunum 15.-18. oktober. Aftur í ár verður FM í fletting á breddanum. Kappingin snýr seg í stuttum um at fletta pent, reint og skjótt.
- Kappingin er býtt upp í innleiðandi kappingar og síðan eina finalu. Tey bæði innleiðandi umførini verða við Lækjuveg, ávikavist klokkan 16-17 og klokkan 18-19.
Síðan verður finalan klokkan 20 - alt leygardagin hin 17. oktober.
Tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum verður frásøgumaður, meðan kappingin gongur, og tað verður eisini hann, sum verður “auktiomarius”, tá uppboðssøla verður av seyði í tímanum frá klokkan 22-23 leygarkvøldið.
Beint eftir seyðauppboðssøluna, verður felagssangur á Eiði, har Tummas Larsen skipar fyri.
Leggjast kann aftrat, at leygardagin verður eisini hespukapping frá klokkan 14.30-15 og rullupylsu-og kjøtpylsukapping frá klokkan 15-20.