Í morgin, leygardagin 21. mai, verður FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast verður um FM heitið fyri bæði einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
66 íðkarar eru meldaðir til FM, 35 á mannfólkasíðuni og 31 á kvinnusíðuni. Íðkararnir eru úr Havnar fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.
Skráin fyri leygardagin sær soleiðis út:
* Kl. 10 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.
* Kl. 14 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.
Kappast verður í øllum amboðunum.
Á kvinnusíðuni verður kappast í lopi, forskotnari barr, bita og á gólvi, og á mannfólkasíðuni verður kappast í ringum, beinsveiggi, lopi, paralellari barr, reck og á gólvi.
- Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma, áðrenn kappingin byrjar, siga fyriskipararnir í kvøld.











