FM hjá børnum verður um vikuskiftið

FM í flogbólti hjá yngru deildunum verður á skránni um vikuskiftið, og sunnudagin vera fleiri finalur í Hoyvíkshøllini

Í gjár skrivaði portalurin, at stórur finaludagur hjá børnum í flogbólti verður í Hoyvíkshøllini leygardagin. Hetta er ikki heilt rætt.
FM kappingin í yngri deildum í flogbólti verður á skránni um vikuskiftið, og her fara allir aldurbólkar til stroks leygardagin, tá innleiðandi umførini vera leikt í Gundadalshøllini, Hoyvíkshøllini og í høllini í Kollafirði.
Ætlanin hevur alla tíðini verið at havt FM komandi vikuskiftið, men í eina tíð hevur ivi tó verið um hetta. Nú hevur flogbóltssambandið tó fingið Hoyvíkshøllina, og tí er greitt, at finalurnar vera á skránni um vikuskiftið. Finalurnar hjá yngstu aldursbólkunum vera á skránni leygardagin, meðan stórur finaludagur verður í Hoyvíkshøllini sunnudagin, har fýra teir elstu aldursbólkarnir spæla finaludystirnar. Skráin sunnudagin sær soleiðis út:
Kl. 9.00: Finala dreingir 14 ár
Kl. 13.00:Finala kvinnuunglingar
Kl. 15.00:Finala dreingir 14 ár
Kl. 17.00: Finala mansunglingar