Tað er Katrin Olsen og Havnar Róðrarfelag, sum hava tikið stig til tiltakið, har rógvarar úr øllum landinum kunnu royna seg á rógvimaskinunum, sum nú mugu metast sum fastur partur av øllum kappróðrarneystum.
Seinasta vetur var eingin kapping, men á heyst 2002 skipaði Klaksvíkar róðrarfelag fyri slíkari kapping, og áhugin ta ferðina var sera stórur.