FM í handilsframsýningum

Góðgætisposarnar hava teir fingið frá Kjølbro Heilsølu í Klaksvík, so nú er bara um at fáa ferð á hugflogið. Næstu tríggjar vikurnar fara handlar kring alt landið at dystast um at skapa Føroya mest kreativu handilsframsýning.


Mánadagin fór ein kapping um eitt heldur øðrvísi FM heitið av bakkastokki. Við størri og minni bunkum av Mars, Twix, Snickers og Bounty posum, eru handlar kring alt landið farnir at kappast um, hvør megnar at gera Føroya vakrastu og mest nýskapandi handilsframsýning. Tað er Kjølbro Heilsøla í Klaksvík, sum hevur tikið stig til kappingina og hevur latið handlunum søta tilfarið at arbeiða við.
Góðgæti og hugflog
- Handlarnir hava fingið so nógvar góðgætisposar, sum teir hava mett seg at hava brúk fyri til júst teirra hugskot. Hetta snýr seg nevniliga ikki um, hvør kann gera tað størstu, men heldur tað vakrastu og mest nýskapandi framsýningina. Tankin er, at hetta skal vera eitt árligt tiltak, har tað fyrst av øllum ræður um at brúka hugflogið, sigur Petur Jacob Langgaard, søluleiðari á Kjølbro Heilsølu og leggur afturat, at handlarnir hava tikið serstakliga væl ímóti hugskotinum, so hetta sær út til at blíva eitt sera hugaligt samstarv.
At framsýningin eisini hevur eitt listarligt flog yvir sær, ger tað ikki verri. Til at meta um endaliga úrslitið hevur Heilsølan tískil fingið roynda listamannin Edvard Fuglø, sum saman við landsliðleikarnum Jákupi Mikkelsen og Atla Danielsen mannar dómsnevndina.
Runt um í handlunum eru fyrstu framsýningarnar longu við at taka skap, og næstu dagarnar fara umboð frá Kjølbro Heilsølu út at forvitnast eftir, hvussu leikur fer. Við sær hava tey myndatól, so at dómsnevndin út frá myndunum kann samanbera tær ymsu framsýningarnar. Vinnarin verður funnin um miðjan mars mánað, og fær hann ferðasteyp umframt eitt steyp til ognar. Nummar 2 og 3 fáa eisini steyp. Allir vinnarnir fáa harafturat eitt gávukort til eina starvsfólkaveitslu. Myndir av vinnandi framsýningunum verða at síggja í bløðunum, tá kappingin er av.