FM í Guitar Hero

PUB Manhattan skipar fyri fyrsta FM í Guitar Hero. Kappingin er í fýra innleiðandi umførum. Fyri hvørt umfar verður ein vinnari kosin, sum kemur víðari til endaumfarið. Vinningur er eisini fyri vinnaran av hvørjum innleiðandi umfari. Vinningurin er ein túrur við 7 vinum við Lykkelimo.

 

Øll kunnu vera við í hesari FM-kapping, einum nýtist ikki at duga spælið áðrenn, og at øll luttakandi eru eisini við í lutakasti um ein eykavinning!

 

Kappingin fer fram hesar dagar í PUB Manhattan: 15. januar, 22. januar, 29. januar og 5. februar. Sjálv finalan verður í Miðlon 14. februar. Eftir finaluna verður skipað fyri after-party fyri øllum sum hava luttikið í kappingini.

 

Høðusvinningurin er limosinutúrur við Lykkelimo og ein ektaður Guitari frá Elding.

 

Tilmelding á far, 757282 ella á facebook: PUB Manhattan