FM í gongulagskapping

Ríðing

Vikuskiftið 27. og 28. apríl skipar Føroyskt Íslandsrossafelag fyri fyrstu FM-gongulagskapping í ár á felagsøkinum við Kráarheyg. Trav og skeiðkappingar byrja á vøllinum hjá Føroya Ríðingarfelag klokkan 10.00 leygardagin. Leygardagin klokkan 14.00 verður byrjað við sjálvum gongulagskappingunum uppi á við Kráarheyg, og um somu tíð sunnudagin vera finalurnar. Kappingin fekk góða undirtøku í fjør, og fyrireikararnir vóna, at luttøkan verður uppaftur størri í ár.
Sum nakað nýtt, so er hesuferð eisini ein kapping fyri ung undir 16 ár. Fyri nøkrum árum síðani var fyri nøkrum árum síðani fastur táttur, og nú verður gjørd aftur ein roynd, fyri at fáa fleiri ung at luttaka við rossum sínum.
Kaffi, køkur og annað gott verður til keyps á staðnum. Seinasta freist at tekna seg til kappingarnar er hóskvøldið klokkan 22.00 á telefon 224412 og 211830