Flogbóltskappingin er nú farin at halla, og bæði lands- og steypakappingar eru avgreiddar hjá vaksnu deildunum, tó at hesi enn hava eina kapping á Giljanesi til góðar.
Yngru deildirnar eru eftir
Hjá yngru deildunum er árið tó ikki liðugt enn, tí enn væntar flogbóltssambandinum at finna fram til føroyameistararnar í øllum teimum yngru deildunum.
Hesin spurningur verður tó avgreiddur um eina góða viku, tá seinastu kappingarnar hesum viðvíkjandi skulu avgreiðast.
Kappast í tveimum støðum
Leygardagin, 1. apríl, verður kappast í Trongisvági, og eru tað aldursbólkarnir; 14 ár, 16 ár og unglingar, sum tá skulu skulu royna seg.
Sunnudagin, 2. apríl, standa so teir báðir yngstu aldursbólkarnir, 9 og 12 ár, fyri skotum, og verða kappingarnar hjá hesum í Gundadalshøllini og í Eysturskúlanum.
Feløgini, sum ætla at senda lið til hesar kappingar, skulu sjálvi boða frá luttøku. Flogbóltssambandið boðar frá, at tilmelding eigur at verða gjørd í kvøld hjá kappingarstjóranum millum kl. 21.00 og 22.00










