Fríggjakvøldið varð so lagt til brots við fyrstu bridgekappingini hjá Føroya Bridge Samband kappingarárið 2005/06. Kappingin, ið tey síðstu árini hevur tann fyrsta á skránni er FM Fyri Feløg og hevur hon síðstu árini verið leikt í Bridgehúsinum í Vági. Sigast kann ikki annað, enn at vágbingar hava verið framúr góðir til at skipa fyri og kappingin í ár var einki undantak.
Kappingin er soleiðis skipa, at hvørt felag, ið er limur í FBS, hevur rætt at senda eitt lið at umboða felagið.
Feløgini, ið vóru umboða til kappingina vóru:
Brídgedeild Kaggans, Nýggja Bridgefelag, Havnar Bridgefelag, Eysturoyar Bridgefelag,Vágs Bridgefelag og Tvøroyra Bridgefelag.
Júst henda kapping hevur ofta verið sera spennandi og er vinnarin ofta ikki funnin fyrr enn síðsta stikk er spælt. Soleiðis var aftur í ár. Tað hava serliga verið tvey feløg, sum hava kappast um at vinna kappingina, tey eru Bridgedeild Kaggans og Eysturoyar Bridgefelag.
Í ár komu eysturoyingar ongantíð rættuliga í gongd við at taka stikk, ístaðin var tað Nýggja Bridgefelag, sum gav Bridgedeild Kaggans kamp til strikuna. Tað var so heppið, at júst hesi lið møttust í síðsta umfarinum. Við einum teprum sigrið eydnaðist tað aftur Bridgedeild Kaggans at vinna kappingina. Á liðnum vóru Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen og Allan Dal- Christiansen - Robert Langaard
Støðan
1Bridgedeild Kaggans96
2Nýggja Bridgefelag92
3Eysturoyar Bridgefelag71
4Vágs Bridgefelag70
5Havnar Bridgefelag69
6Tvøroyrar Bridgefelag45
Parakapping
Leygarkvøldið varð skipað fyri einari parakapping, har øll høvdu møguleika at luttaka.
12 pør boðaðu frá luttóku í hesari sera hunaligu kapping, sum varð vunnin av Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen.
Samlaða støðan í parakappingini
1Jóannes-Heðin67.58
2Oddmar-Einar60.00
3Henrietta-Ingibjørg58.48
4Robert-Allan57.27
5Símin-Eyðun53.33
6Jens-Skaarup52.42
7Danny-Jens Pauli49.70
8Dia-Hans46.36
9Dia J.-Jógvan46.06
10Birgir-Hans Jacob44.85
11Hjalmar-Jórun34.55
12Egill-Petur29.39