FM fyri bridgelið verður leygardagin

Bridgeliðini, sum kappast um Føroyameistaraheitið hittast aftur nú leygardagin kl. 10, tá triðja umfar byrjar. Kl. 14. byrjar 4. umfar.

Hvørt umfarið er 28 spøl.

 

Liðið hjá Boga Simonsen og liðið hjá Símun Lassaberg, sum eru tey bæði sterkastu liðini í fyrstu deild, hittast kl. 14.

Liðið hjá Símun er komið best frá byrjan.

 

Sunnudagin kl. 14 er ókeypis opin parakapping í bridgehúsinum.

 

Síðan verður jólastegður, og næsta kapping er Føroya Bjór Simultan kappingin, sum verður leygardagin 12. januar 2008. Kappast verður í Eysturoynni, í Klaksvík, í Vági og í Tórshavn samstundis við somu kortum og øll úrslitini verða sammett, at finna bestu pørini.