Leygardagin fara ítróttarfólk at kappastí FM í frælsum ítrótti.
Kappingin verður hildin á ítróttarøkinum á Svangaskarði, og kappast verður í renning, longdarlopi og kúlustoyti.
Í renningini eru greinarnar hesar: 100 metrar, 400 m, 800 m og 5000 m.
Kappingin er opin, og tað merkir, at øll, sum eru yvir 14 ár, kunnu luttaka í kappingunum leygardagin.
Neyðugt er tó við tilmelding, og hon skuldi gerast í seinasta lagi hóskvøldið kl. 20.00
FM-kappingarnar byrja leygardagin kl. 13.00.