FM í frælsum ítrótti leygardagin

Frælsur ítróttur: Kappast verður í renning og longdarlopi

Leygardagin verður føroyameistarakapping í frælsum ítrótti. Kappingin verður hildin á Svangaskarði á Toftum.

Kappinginar byrja klokkan 14.00, og seinasta kappingin fer í gongd klokkan 16.00.

Fyrstu tvær kappingarnar eru innleiðandi kappingar í 100 metrum hjá kvinnum og monnum. Klokkan 14.15 byrja finalurnar í teimum ymsu kappingunum.

Kappast verður í 100 metrum, 400 m, 1500 m, 5000 m og í longdarlopi hjá bæði kvinnum og monnum. Kappingarnar í longdarlopi verða frá klokkan 14.15.

Kappingin er opin, og tað vil siga, at øll, sum hava áhuga fyri tí, kunnu luttaka. Einasta treyt er, at fólk melda seg til á staðnum klokkan 14.00 leygardagin.

Heiðursmerki verða latin til nummar 1, 2 og 3, og tað er Formula Xerox, sum letur heiðursmerkini.

Gappingin verður fyriskipað av deildarsambandinum fyri frælsan ítrótt.