FM finalurnar í kurvabólti í dag

Tað verður ein endurtøka av finaluni frá í fjør

Í dag er stóri FM dagurin hjá kurvabóltinum. FM finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum verða spældar í í høllini á Argjahamri.

 

Hjá monnunum er tað ein endurtøka av finaluni í fjør, tá føroyarmeistararnar úr Ravni spæla móti Sporðdrekanum. Sporðdrekin er besta liðið innleiðandi við 7 sigrum og einum tapi, meðan Ravnur hevur vunnið seks og tapt tveir.

 

Tí er líkt til føroyameistararnir eru styrktir til sjálva finaluna. Ravnur hevur manglað nakrar av stóru profilum teirra í innleiðandi kappingini, men teir eru tøkir til finaluna í dag. Sagt verður, at dystirnir millum hesi bæði liðini mangan eru spennnadi, og tað eisini kann væntast í dag. Finalan hjá monnunum byrjar klokkan 15.

 

Eisini verður FM finalan hjá kvinnum, har tvey lið hjá Hamar spæla. Tað er at kalla einki, sum hevur skilt liðini í innleiðandi kappingini. Tí er torført at peika á ein favoritt undan finaluni í dag, sum byrjar klokkan 13.