Kappingin í Eik-liguni hjá kvinnum hevur í allan vetur bara snúð seg um, hvat annað lið skuldi sleppa í finaluna ímóti SÍ, sum hevur verið oddalið allan vegin. Tá avtornaði, var tað TB, ið kom stormandi fram og tók finalussessin.
At TB óivað eisini er tað av hinum liðunum, ið best er ført fyri at bjóða SÍ av, hava úrslitini í vetur víst. Ikki minst tann sannroynd, at SÍ bara hevur tapt tveir dystir, og at tað báðar ferðir hevur verið ímóti júst TB.
Fyrsta finalan er á Eiði í dag klokkan 14 og tann seinna í morgin klokkan 15. Rás 2 sigur beinleiðis frá bæði kvinnu- og mansfinalunum, og í dag byrjar frásøgnin klokkan 13.45 og í morgin klokkan 14.45.
Fyri áttandu ferð í vetur
Ikki færri enn sjey ferðir hava SÍ og Mjølnir staðið yvir av hvørjumøðrum í vetur ? seks ferðir í landskappingini og so eisini í steypafinaluni fyri einum mánaði síðani.
At byrja við hevði Mjølnir munin, tí tvær tær fyrstu ferðirnar vunnu klaksvíkingar, og tí hava teir verið framman fyri sørvingar á stigatalvuni, líka til liðini hittust í Klaksvík síðsta leygardag og SÍ við sigri slapp framum.
Mansfinalurnar eru í dag klokkan 16 og í morgin klokkan 17 ? ella seinni, alt eftir nær kvinnufinalurnar eru lidnar.