Kyndil-StÍF 24-22 (11-11)
Tað eydnaðist ikki strandingum at hevna finalutapið móti Kyndli.
Finaluliðini hittust aftur í dag, og tó at spælið ikki var av tí vakrasta, so var spenningurin stórur gjøgnum allan dystin.
Ikki minst hevði Kyndil nógv at spæla fyri, nú teir elta Neistan í kappingini um pláss í FM-finaluni, og tað var kanska tað málið, sum at enda tendraðið heimaliðið tað lítla pettið meira.
StÍF var annars á odda stóran part av dystinum, og tá Kyndil sjáldan megnaði at gagnnýta yvirtalsstøður, var gongan sera tung.
Seinastu fimm minuttirnar skrædnaði tó veruliga millum liðini, og so var fagnaðurin á teimum grønu ovurstórur.
Besti málskjútti hjá Kyndli var Finnur Hansson við 7 málum. Sveinur Justinussen skoraði 6 ferðir fyri StÍF.










