FM-finalan eitur VÍF-Kyndil

VB tapti á heimavølli ímóti Stjørnuni, og so gjørdist tað ikki so dýrt hjá Kyndilskvinnum at tapa í Vestmanna

Seinasti teoretiski møguleikin hjá VB at vinna seg í FM-finalurnar í hvonndeildini er fokin.

 

VB tapti í dag á heimavølli 32-36 ímóti Stjørnuni. Í steðginum var Stjørnan á odda 18-13.

 

Toppskjútti hjá VB gjørdist Rúna Jacobsen við átta málum. Agnes Fallesen skoraði seks mál fyri VB. Jansy Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 11 málum. Sonja Sirdal skoraði níggju mál fyri Stjørnuna.

 

Í Vestmanna vann VÍF ein góðan 29-24 sigur á Kyndli. Í steðginum var VÍF á odda 16-10. Men tapið gerst ikki so dýrt hjá Kyndli, tí tær eru fimm stig frammanfyri VB, og tað eru bert fýra stig eftir at spæla um hjá báðum liðunum. 

 

Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 11 málum. 

 

VÍF er á odda við 38 stigum og Kyndil er nummar tvey við 34 stigum. VB er á triðja plássi við 29 stigum. Neistin hevur 21 stig og Stjørnan hevur 16 stig. H71 hevur 13 stig og aftast er StÍF við einum stigi.